Hóskvøldið spenti vónirnar enn hægri

Festival-fyrireikararnir eru framúr væl nøgdir um hóskvøldið, sum í flestu mátar gjørdist nógv betri, enn teir tordu at vóna Fleiri túsund fólk vóru komin til Klaksvíkar longu fyrsta festival-kvøldið, og hjá fyrireikarunum var hetta væl betri, enn tað, sum teir høvdu roknað við.

- Tað høvdu vit avgjørt ikki væntað. Sjálvandi vónaðu vit, at nakað av lívi skuldi vera í, men at fleiri túsund fólk vóru til tiltøkini í gjár, høvdu vit als ikki droymt um, sigur Steintór Rasmussen.

At veðrið eisini skikkaði sær væl, gjørdi ikki kvøldið verri, og nú verður so hitað upp til stóra brakið í kvøld.

- Her streyma fólk til býin. Ein rúgva av bátum, húsvognum og tjaldarum eru longu komin, so alt bendir á, at her verður stúgvandi fult í kvøld, sigur Steintór.