Hóskvøld í góðveðri

Hóskvøldið á Summar Festivalinum spældi sera væl av, hópin av fólki kom saman í góðveðrinum, og upplivdi millum annað nakrar frálíkar framførslur. Stóra navnið hóskvøldið Banaroo fylti Flagsteltið, men eisini Høgni Lisberg savnaði nógv fólk. Tað er tó eingin ivi um, at stóra orsøkin til at so nógv fólk savnaðist á festivaløkinum var góðveðrið. Veðurfólk hava seinastu vikuna staðið í bíðirøð fyri at siga frá, um hvussu ringt veðrið fór at verða á Summar Festivalinum. Men veðurgudarnir vildu tað øðrvísið, um kvøldið í kvøld skal leggja støðið fyri hvussu veðrið verður á restina av festivalinum, so sær gott út. Um ikki, so var byrjanin í øllum førum góð.