Fyri kortum var ein lýsing á sosiala miðlinum Snapchat, har spurt varð, um ein heldur hevði viljað givið popstjørnuni Rihannu ein brest ella sligið fyrrverandi unnusta hennara Chris Brown.
Talan var um eina lýsing í spælinum "Would You Rather?" á Snapchat, og hendan lýsingin hevur kostað Snapchat dýrt, tí viðrið á fyritøkuni er minkað við fimm prosentum, eftir at Rihanna talaði at lýsingini. Tað eru á leið 4, 85 milliardir krónur, skriva fleiri útlendskir miðlar.
- Á Snapchat vita tey, at Snapchat ikki er mín yndis app, men eg royni at finna út av, hvør kjarnin er í hesum hurlivasanum! Vónandi er talan um tvørrandi kunnleika, men so býtt eru tit ikki, tað veit eg, skrivaði Rihanna á sosiala miðlinum Instagram.
Lýsingin kann tykjast sum óhóskandi kleyvarskapur, tá hugsað verður um, at Chris Brown hevur verið harðligur við Rihannu í 2009, tá tey vóru par.
Eftir viðmerkingina hjá Rihannu hevur Snapchat tikið lýsingina niður og boðað frá, at talan er um eitt mistak.
- Vit eru kedd av, at vit gjørdu hetta mistakið og lótu lýsingina koma gjøgnum metingartilgongdina. Vit kanna nú, hvussu hetta er hent, so vit fáa tryggjað okkum, at slíkt ikki hendir aftur, sigur fyritøkan.
Snapchat er ein av teimum størstu sosialu pallunum í heiminum. Á Snapchat kunnu brúkarir millum annað senda myndir sínamillum, sum síðani verða slettaðar, tá ein hevur latið tær upp og hugt at teimum einaferð.