Óhóskandi handilslýsing

Gissur Patursson

Tað hevur altið argað og irriterað meg at ein ávís fyritøka lýsir upp undur okkara tjóðarhátíð við einum ávísum málingablikki (enntá frammleitt í útlandinum) og scenan ella høðusscenan er talarapallur okkara á óavsøku og áhoyraranir eru vit øll Føroya fólk á Vaglinum á Ólavsøku, og her meini eg, at tað ALS ikki eigur at finna stað at vit/handilsfólk/fyritøkur nýta okkara tjóðarhátið og okkara MERKI og TJÓÐBÚNAN (føroysk klæði) á hendan hátt; og vil eg heita á fyritøkuna um at ummhugsa at taka hesa lýsing burtur og royna okkurt meiri kreativt, ið ikki irriterar millum annað meg og nógv onnur.... men skal einisi ásanna, at vit her í Føroyum mangla ein marknaðarføringarpolitikk, ið mær vitandi hevur verið á veg í alt ov nóv ár.
Skal eisini heilsa og siga, at tað ber til at gera góðar handilslýsingar, har ólavsøkan og Merkið er við upp á ein sigandi og siðiligan hátt; tað hava lýsingarstovurnar víst; men vit handilsfólk mugu og skulu hava ein høgan sjálvkritikk, innan vit seta slíkt út í verkið.