Hóskandi bústaðir til eldri

Í hesum døgum fegnast vit um Boðanesheimið. Røktarheimið loysir ein stóran og akuttan trupulleika, sum Havnin hevur drigist við í fleiri ár.
Men hetta er bert fyrsta stigið.
Ein hópur av eldri í tí yngra endanum, kanska júst farin um pensjónsaldur, hava tørv á eini minni íbúð ella bústaði, nú lívsleiðin er broytt, børnini eru flutt og húsini, tey høvdu, eru ov stór.
Eg gleðist um, at tað nú saman við Húsalánsgrunninum – nú Bústaðir, er eydnast at seta gongd á fyrstu 20 íbúðirnir á Óðinshædd. Hesar hóska eisini til eldri, sum enn klára seg væl í egnum heimi.
Kommunan eigur tó at hugsa longri og útvega annað bústaðaralternativ til eldri. Eg kundi hugsað mær bústaðardeplar við kanska 15-20 íbúðum við felagshølum bæði til sosiala samveru, ítriv og til røktartænastu frá heimarøktini til teirra, ið treingja einhvønn lættan røktarstuðul. Harumframt eitt gevandi uttanumøki.
Ein slíkur depil hevur fleiri fyrimunir. Ein er, at íbúgvarnir fáa eitt samanhald og ein annan tryggleika, tí tey taka sær av hvørjum øðrum og hjálpa, skuldi eitthvørt verið. Tey fáa eisini ein lættari gerandisdag við bústaði, sum hóskar til teirra.
Hetta er eisini alneyðugt fyri samfelagið. Eldri borgarar vilja búgva heima sum longst, og bústaðardeplar gera, at tørvurin á røktarheimsplássi kann útsetast munandi.
Kommunan hevur tørv á einum fjøltáttaðum bústaðarmarknaði. Hesum vil eg virka fyri í Tórshavnar býráð.