Óhóskandi at hava lítil børn og tannáringar í sama húsi

Fosturforeldrafelagið ivast í ætlanini at bygggja nýtt barnaheim í Havn

Tað er betri fyri børn at tey eru í einum fosturheimi enn á einum barnaheimi. Tað sigur Fosturforeldrafelagið, nú Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at byggja nýtt Barnaheim í Havn.

 

Men tey leggja dent á, at hetta skal ikki skiljast sum um at tey eru ímóti ætlanini at byggja nýtt barnaheim. Men tey vísa á, at tað eru bygnaðarligir og fakligir spurningar, ið eiga at verða umrøddir meiri gjølla, áðrenn støða verður tikin til at byggja eitt nýtt barnaheim.

 

– Samanumtikið hevur tað innihaldsliga størri týdning enn bygningarnir, siga tey í Fosturforeldragfelagnum.

 

Tey vísa á, at yvirhøvur er vísindalig semja um, at at styrkt fosturheim, ella professionell fosturheim, eru betur fyri børn og ung, enn at tað er at hava tey á stovni.

 

Kanningar staðfesta púra greitt, at børn trívast betri í fosturheimum. Børnini í fosturheimum hava fleiri vinir, tey siga seg ikki vera so einsamøll sum børn á stovni, tey hava størri persónligt frælsi,  og hava yvirhøvur í størri mun eina kenslu av, at tey eru ”vanlig”, enn teir javnaldrar á stovni, sigur Fosturforeldrafelagið, sum hevur sent Løgtinginum sínar viðmerkingar til málið.

 

– Eftir okkara tykki eigur fosturforeldraskipanin at útbyggjast við styrktum fosturheimum við umlætting, har námsfrøðilig og sálarfrøðilig hjálp verður veitt, sigur felagið. Tey siga, at so verða fosturforeldur før fyri at ansa øllum fosturbørnum í aldrinum 0 til 13 ár, ið eru sett heiman í frá.

 

– Í framtíðini eiga styrkt fosturheim við tí førleika, sum krevst, eisini vera før fyri at ansa nøkrum av tannáringunum, sum eru á Barnaheiminum í dag, leggja tey afturat.

 

Í Fosturforeldrafelagnum eru tey samd í, at tað er týdningarmikið, at børn fáa tilboð um eftirvernd.

 

– Men vit eru ikki samd í, at børn, ið hava verið sett í fosturheim, skulu fáa tilboð um eftirvernd á barnaheimum. Heldur enn at flyta børn, ið hava verið sett hjá fosturfamiljum, á stovn í einum sera avbjóðandi tíðarskeiði í lívinum, eigur fosturbarnið at fáa tilboð um eftirvernd í fosturheiminum, siga tey.

 

Tey reisa eisini spurningin við um tað er rætt, at alt virksemi verður savnað undir einum taki,

 

– Okkara hugsan í Fosturforeldrafelagnum er, at ung børn eiga ikki at vera á barnaheiminum. Eftir førimuni eiga so nógv børn sum gjørligt at vera í styrktum fosturheimum, men børn í aldrinum 0 til 13 ár eiga als ikki at vera á barnaheimi.

 

At hava ung børn, og eldri tannáringar, í sama húsið er óhóskandi, sigur Fosturforeldrafelagið og tey skjóta tí upp, at nýggja barnaheimið verður ein stovnur fyri børn og ung ímillum 13-23 ár, og at familjudepilin verður lagdur fyri seg.