Jógvan Sámal Heldarskarð er uppvaksin í Klaksvík, men konuna fann hann í Mikladali. Sigrun er bóndadóttir. Hon festi fyri nøkrum árum síðani, og tá gjørdist Jógvan Sámal húskallur hjá konuni.
? Eg hevði siglt í nøkur ár sum maskinmaður, men hetta var eisini spennandi. Sjálvur eri eg hálvur gjáarmaður, og har var eg hvørja summarfrítíð sum barn. Harfrá kenni eg nógv til landbrúkið.
Hóast tað er Jógvan Sámal sum er húskallurin, so eru tey felags um at taka avgerðirnar, og tey hava tað gott á henda hátt. Hálva fimtu mørk hava tey og umleið 100 seyðir. Fleiri tvílembir eru eisini, so tey fletta umleið 110 lomb hvørt ár.
? Vit hava ikki nøkur neyt. Tað góvust vit við fyri átta árum síðani. Men eini 25 gæs hava vit.
Sjálvt um tey hava nógv djór, er tað ikki so strævið kortini, tá ið tey ikki hava neyt. Jógvan Sámal koyrir eisini fyri farm fyri strandferðsluna. Hetta er farmur sum kemur til oynna, og so er tað mjólkin, sum skal av oynni.
? Tríggjar ferðir um vikuna fer mjólkin av oynni. Mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun.
Einaferð um vikuna skal Dúgvan eftir ferðaætlanini koma til Húsar. Verðrið hevur tó ikki altíð verið til vildar, og tí hava onkutíð verið vikur ímillum at hon hevur lagt at.
At Dúgvan kemur, hevur tó gjørt, at oljubilur kann koma til oynna, og tað er í sjálvum sær eitt stórt framstig.
Um sumrarnar kemur nógv ferðafólk til bygdina. Fleiri hús standa tóm, og kunnu tí nýtast sum summarhús. Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum koma.










