Húskallar venja

Húskallar eru í hesum døgum í venjingarhølunum. Kult-bólkurin er millum teirra, ið letur ársins Summar Festival upp hóskvøldið Bólkurin Húskallar setti sær spor, hóast bólkurin ikki var virkin longi, og hóast útgávuvirksemið var avmarkað.

Góðskan hevur tó verið á góðari leið, tí fleiri løg gjørdust fólkaogn, hóast stílurin var heldur øðrvísi, enn vanlgt var um tað mundi. Nevnast kunnu løgini Ria og Bóndin Hungrar (Knarvakotið).

Í hesum døgum hava oddamenninir, Kaj og Jón, savnað góða manning, og eru í venjingarhølunum í Havn, har bæði blásarar og annars tónleikarar av fyrstu skuffu syrgja fyri, at Húskallarnir gera arbeiðið til UG hóskvøldið í Klaksvík