Flest øll raðfestu framførsluna hjá Húskøllum frammaliga í skránni fyri Summarfestivalin. men ódnarveðrið forðaði fyri, at Húskallar fingu sína endurreisn á Summarfestivalinum.
Húskallarnir, ið settu ein útgávuvarða eftir seg fyri mongum árum síðani, høvdu aftur funnið saman og vant dúgliga, og vóru til dystin fús. Og mong gleddu seg til hesa framførsluna við Kaj Johannesen, Jákupi Alberg Eliasen, Jón McBirnie og hinum í bólkinum.
Teir høvdu royndarframførslu í stovuni hjá Jákupi Alberg í Leirvík leygardagin, men fingu so at vita, at teirra framførsla var útsett til klokkan 3 á nátt. Og seinnni, at ongin framførsla bleiv, tí alt var avlýst á Summarfestivalinum vegna vánaligt veður.
- At Húskallar fara aftur í gongd merkir í veruleikanum, at eitt stórt maskinarí skal í gongd, og vit høva havt eini 10- 12 fólk í gongd. Allir tónleikarar stóðu klárir, og vit fóru so eisini til Klaksvíkar at hitta fyrireikararnar og heilsa uppá, so øll viðurskifti okkata millum í lagi, siga Húskallar, og leggja afturat, at møguleiki er fyri, at teir verða fluttir til festivalin komandi ár.
Stovukonsert
- Vit gjørdu so tað, at vit høvdu eina konsert í stovuni hjá Jákupi Alberg fyri eini 30 fólkum klokkan 3 á nátt. Men vit arbeiða við at gera eina konsert´seinast í august í Havn, og møgiliga verður hon eisini tikin upp, siga Húskallar, sum tó viðganga, at stóra maskinan er ring at stýra, tí t.d. eru blásararnir, ið allir búgva niðri, farnir av landinum aftur tá.
Men staðfestast kann, at spennandi framførslan á Summarfestivalinum, ið bleiv av ongum, ikki merkir, at Húskallar ikki verða at hoyra í ár. Teir arbeiða við at skipa fyri konsert sjálvir og harvið sópa Húskallar allan iva burtur um, at teir ikki verða at hoyra í summar.









