Húskallar

Í vikuni hava húskallar hitað upp, nú teir eru settir á lepan hjá Summer Festivalinum. Teir eru millum tey nøvn, ið hava sonevnt kult-status, tí einans útgáva kom frá teimum, ið fór beinleiðis í føroysku tónleikasøguna, men síðani hoyrdist ikki meira alment frá teimum. Hóskvøldið eru húskallarnir tó aftur aktuellir á palli


Húskallarnir vóru fleiri í Føroyum í gomlum døgum, men hetta er rárt fólkaslag í Føroyum í dag.

Tó finnast tað húskallar í Føroyum enn, hóast landbúnaðurin ongantíð gjørdist størst í vinnuhøpi, men í tónleikahøpi krevjast eisini teir, ið ganga undan og velta upp úr nýggjum.

Og fyri eini 15 - 20 árum síðani kom ein útgáva á føroyska marknaðin, ið veruliga gjørdi hol í sjógvin. Húskallar góvu útgávu út, ið var heldur øðrvísi á so mangan hátt. Tekstirnir sóu væl, og ikki minst var dygd í tónleikinum. Her var talan um væl tilrættisløgd løg, og eisini bar útgávan brá av, at góðir handverkarar handfóru ljóðførini.

Bólkurin hevði uppruna í Leirvík, við greinum bæði til Havnar og Suðuroyar.

Tveir av grundarsteinunum í bólkinum, Kaj Johannesen og Jón McBirnie, vóru nokkso nýkomnir havnarmenn, annar úr Leivík og hin úr Vági. Báðir vóru teir dygdargóðir tónleikarar, ið vildu okkurt.

Og júst hetta "okkurt" gjørdi, at Kaj fekk sett á stovn Leirvíksbólkin Húskallar. Ein bólkur, sum hevði leirvíkingar sum grundarsteinar, men sum við bassleikaranum Jón fekk rætta botnin við.

Kaj hevði áður roynt seg við bólkum á Leirvíksleiðini, og nevnast kann t.d. Sir Funeral Band.

Alt í alt vóru hetta menn, ið tordu at røra í greytinum og fáast við tónleik, ið hevði eitt sindur meira at bjóða, enn tað, sum bólkar flestir fingust við tá. og tað var sovorðið sum valsir og Creedence Clearwater Revival.


Venja við stórari manning

Og júst hetta eyka kryddið, hetta "okkurt", hoyrdist aftur, nú Húskallarnir vandu í Havn mánadagin.

Við elitu-guitarleikarum í røð, og blásarum, og annars tónlekarum av fyrstu skufu, vandu Kaj og Jón mánadagin í Havn.

Sum myndirnar bera boð um, so eru dygdin, ýdni og tónleikararnir í hásæti, og tónleikurin hjá Húskøllunum krevur oftast eisini handverkarar, ið vita hvat teir gera.

Føroyingar flestir kenna Húskallar, og tað er merkisvert, tí bólkurin var ikki virkin longi, og einans útgáva kom frá teimum.

Men eittnú løgini hjá Kaj, Ria og Bóndin Hungrar (Knarvakotið), settu seg í føroyska huglagið, og fluttu nøkur mørk, tá um almenna tónleikasiðvenju ræður. Hesi løg brutu við vanligu huglagið í føroysku fólkasálini - taldust ikki millum tey løg, ið ein hevði sagt, at t.d.ein flakakvinna bríkslar, alt meðan flutingsbandið melur. Men her vórðu mørk flutt, tí løgini gjørdust fólkaogn og komu t.d. í Grønu Sangbók.


Livandi Húskallar

Og tað stuttliga er, at meira enn nakrantíð fyrr, so er á Summar Festivalinum í ár talan um eina "live-framførslu", ið er forkunnug, Húskallarnir eru eitt doyggjandi fólkaslag, og teir fækkast, men Húskallar rísa aftur á Summar Festivalinum í ár - eftir at ódnin steðgaði ætlaðu framførsluni í fjør - og eftir veningini mánadagin at døma, so verður øll orka løgd í at fáa alt at sita; bæði taktbrot, tekstir og væl svingandi tónlekurin, har blásararnir jú seta prikkin yvir i'ið - ella í hesum førinum; strikuna yvir ú'ið.