Háskúlin 100 ár

Mánadagin í aðru viku, 1. nov., eru 100 ár liðin, síðani Háskúlin varð settur á stovn. Hann byrjaði virksemi sítt norðuri í Klaksvík í 1899, og fór síðani í Føgrulíð á Borðoynni. Fyrst í øldini fór hann til Havnar, har hann hevur verið síðani.

Ymiskt verður fyriskipað í hesum sambandi, eitt nú skipa Klaksvíkar kommuna og Norðoya Fornminnissavn fyri tveimum háskúlakvøldum 29. og 30. okt. Æltanin er eitt nú at hava eina framsýning, ið lýsir fyrstu tíðina hjá háskúlanum.