Nú er ætlanin at taka spurningin upp um at styovna ein norðurlendskan háskúla í Føroyum.
Tað kom fram í Løgtinginum í morgun.
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísti á, at Útnorðurráðið hevur samtykt at virka fyri at stovna útnorður-háskúlar í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi.
Útnorðurráðið mælti í sama viðfangi á myndugleikarnar í Føroyum, Íslandi og í Grønlandi um at seta arbeiðsbólkar at fyrireika slíkar háskúlar, sum serliga skulu vera ætlaðir myndugum, lesandi fólki úr Grønlandi, Íslandi og í Føroyum, men aðrir norðurlendingar vóru eisini vælkomnir.
- Tað er eisini ætlanin at granskarar kunnu hava støð á hesum háskúlum í sambandi við granskingarverkætlanir, sum hava við tey trý londini í útnorðri at gera.
Magni Laksáfoss vísti á, at Útnorðurráðið er av teirri áskoðan, at eitt slíkt tiltak hevði styrkt bondini ímillum tey trý londini í útnorðri.
Tí vildi hann hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum, hvørja støðu, nýggja CHE samgongan hevur til málið.
Bæði Kári P. Højgaard og Alfred Olsen tóku fult undir við málinum og mæltu til at fáa gongd á málið.
Páll á Reynatúgvu vildi eisini hava at vita, um tað kundi hugsast, at ein slíkur háskúli onkusvegna kundi verðið tengdur á ætlaða listaskúlanum á Sandi.
Høgni Hoydal segði, at hann kendi málið væl, tí hann hevði verið við til at seta tað á skinnarar.
Hann staðfesti, at málið er ikki komið á landsstýrisborð enn, men at hann er sinnaður at taka tað upp beinanvegin fyri at fáa gongd á.
Hann staðfesti eisini, at hann tekur fult undir við málinum. Hetta er ikki viðgjørt í sambandi við Listaskúlan á Sandi, men kanska ber til at knýta báðar verkætlanirnar saman.
Magni Laksáfoss vísti á, at tekur landsstýrið ikki málið upp av sínum eintingum, er hann sinnaður at gera tað sjálvur.