Háskúli byrjar í Sandoynni í summar

Um nóg nógv tekna seg, byrjar eitt fýra mánaðar háskúlaskeið í Sandoynni í summar. Ein millión krónur er játtað til virksemið

 

— Vit fara nú at søkja eftir stjóra. Ætlanin er at byrja við einum háskúlaskeiði í 16 vikur í summar, sigur Katrin Petersen, ið er eitt av fólkunum aftanfyri háskúlan. 


Leggja dent á matinnuvatión

Í síðstu viku góðkendi Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, virksemið hjá Háskúlanum í Sandoynni sum eina royndarskipan í 2019. Ein millión krónur er sett av til ætlanina í ár. Hvussu tað verður framyvir er tó óvist.
Tað eru fólkini handan “Veltan”, ið hava søkt um at fingið hendan háskúlan. Og tað er júst avgrøði, matur, umhvørvi og annað, ið eftir ætlan fer at eyðkenna hendan skúlan.

— Í tilboðnum ynskja vit, at føroyskur matur kemur til heiður og æru. Alt tað, ið er føroyskt, og sum vit sjálvi veiða og hagreiða, verður viðgjørt. Ætlanin er at planta og velta og viðgera hetta. Talan verður um matinnuvatión. Men vit fara eisini at leggja dent á umhvørvi, at hugsa grønt og til dømis at klára okkum uttan plast, sigur Katrin, ið stendur aftan fyri “Veltan”, og sum er forkvinna í stýrinum fyri háskúlan.

##med2##

Vera nógv úti 

— Vit leggja eisini dent á, at næmingarnir gerast samfelagsliga tilvitaðir og læra at gerast sjálvbjargnir. Tað ræður um at klára seg siðbundið samantvinna við matlist, sigur Katrin.

Næmingarnir koma at búgva í Ísansgarði, og annars koma teir at brúka bygdaskúlan á Sandi, samstarva við bøndur í økinum og aðrastaðni kring landið og á útoyggj og annars at vera úti í bø og haga.

Katrin heldur ikki, at háskúlin í Sandoynni kappast við hinar háskúlarnar í landinum. Hon heldur ístaðin, at til ber at samstarva við Føroya Fólkaháskúla og Ítróttarháskúlan í Suðuroy, so allir tríggir háskúlarnir kunnu bjóða sínum næmingum umbýtisskipanir og vitjanir.


4 mánaðar skeið

Ætlanin er at hava fýra mánaðar skeið tvær ferðir um árið. Annars er eisini ætlanin at hava familjuskeið, skeið í velting og møguliga onnur tilboð, sigur Katrin.

Tað er ikki nakað aldursmark fyri at sleppa í háskúlan í Sandoynni, men tað skulu í minsta lagi vera 10 næmingar fyri at koma í gongd.

##med3##

Fyribils fígging í eitt ár 

Fyribils er fígging bara komin til eitt ár, og við tí klára tey at hava eitt skeið í 2019. Men Katrin ynskir fleiri pengar.

— Vit hava søkt um hægri játtan. Skal tilboðið mennast og koyra víðari, so hava vit tørv á fleiri pengum, sigur Katrin.

Landsstýriskvinnan í undirvísingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, sigur soleiðis um fíggjarliga partin:

— Vit hava sett 1 millión av til virksemið í 2019, soleiðis, at háskúlin í Sandoynni fær møguleika at gera nakrar royndir í ár. Hesar kunnu so verða grundarlag undir at skipa ein fastan landbúnaðarháskúla í Sandoynni, sum kann virka alt árið og hava høvuðsdent á matvørutilfeingi, dyrking, framleiðslu og gróður í føroysku náttúruni. Vit hava hartil lagt dent á, at skúlin eisini eigur at leggja áherðslu á sjálvbjargni við atliti at rávørum og tilgerð, matsiðir, matlist og matgóðsku, sigur Hanna Jensen.