Húsini í Zarepta eru navngivin

Á samkomu seinnapartin varð avdúkað, hvørji nøvnini á spildurnýggja húsinum og hinum báðum nú eru

Seinnapartin varð skipað fyri móttøku í Zarepta í sambandi við, at nýggja húsið nú er tikið í nýtslu. Høvið var at síggja allar tríggjar lonirnar og at njóta ein drekkamunn í góðveðrinum.

 

Í góðveðrinum var ferðslan vestureftir stór, og tað vóru fleiri hundrað, sum nýttu høvi at vitja í Zarepta.

Klokkan 15 til 16 var hátíðarløta í salinum, har tað varð greitt frá, og har 17 sangarar sungu.

Á hesi løtuni vóru nøvnini avdúkað á teimum trimum húsunum, sum eru bygt í 1967, 1978 og so nýggjastu húsini, sum  nú eru tikin í nýtslu.

Elstu húsini eita Heimaralon, húsini frá 1978 eita Ovaralon, og nýggjastu húsini eita Niðaralon.

 

Zarepta hevur skipað fyri navnakapping. Upplýst varð, at nøvnini eru sprottin úr fleiri av innkomnu uppskotunum.

 

Í gjár varð farið undir aðru familjuleguna í summarskránni.

Myndamaður okkara var seinnapartin í Zarepta:

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?L=