Seinnapartin sunnudagin varnaðist ein kvívíkingur, at eldur kom út gjøgnum eitt vindeyga á einum húsum í Kvívík, og at roykur kom út undan klædninginum.
Sløkkiliðið var har beinanvegin, og tað gekk væl at sløkkja, sigur Magnus Madsen, sløkkiliðsleiðari.
Lítið varð brúkt av vatni, men royksskaðin er øgiligur. Á øllum trimum hæddunum í húsunum eru veggirnir kølasvartir av royki.
Eldurin byrjaði á miðhæddini, og ollgruni er um, at eldurin kom í av sjónvarpinum. Teknisku kanningarnar hjá politinum fara at siga, um hetta var orsøkin.
Eingin var inni í húsunum, tá eldur var komin í. Húsfólkini vóru farin ein túr til Havnar.