Húsini skulu varðveitast

Ein av andstøðulimunum í byggi- og bðarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Bðráð, Jógvan Arge, heldur tað verða burturvið at geva byggiloyvi til skrivstovubygning, har húsini hjá Anton Degn standa í dag

Grækarismessuhald var í Havn sunnudagin. Maðurin, ið helt grækarismessurøðuna, var bðráðslimurin Jógvan Arge, og í røðu síni kom hann inn á viðurskiftini í miðbðnum í Havn. Hann segði millum annað, at tá ið málið um Tinghúsið endaði við, at húsið bleiv varðveitt, skuldi tað verið lagamanni at hildi fram á somu leið og varðveitt húsini hjá Anton Degn

Kommunan skal eisini hugsa um eigaran
Jógvan Arge ásannar, at stórur tørvur er á eini heildarætlan fyri økið við Tinghúsvegin, men hann leggur áherðslu á, at eftir hansara tykki skulu húsini varðveitast. Hann sigur tó, at neyðugt er eisini at hugsa um borgaran, ið eigur húsini hjá Anton Degn.
Núverandi eigarin av ognini hevur keypt húsini út frá nøkrum fortreytum, sum nú møguliga verða broyttar, og tá kann Tórshavnar Kommuna ikki bara standa og hyggja at, og lat viðkomandi skattaborgara sita eftir við svartaperi, sigur Jógvan Arge.
Spurdur um, hvussu tað ber til, at kommunan letur stuðul til umvæling av einum eldri húsum, uttan at nøkur treyt verður sett við, sigur Jógvan Arge, at tað er eisini undrunarvert, men at hetta er eitt mál, sum umsitingin allarhelst skal taka sær av. Jógvan Arge sigur, at sjálvsagt skal tað ikki verða gjørligt at fáa stuðul til umvæling av eldri húsum, og so verða húsini tikin niður fá ár seinni uttan nakra sum helst forðing.