Húsini í Hovi, sum eldur kom í seint seinnapartin, stóðu ikki til at bjarga, og tey vórðu heilt oyðiløgd av eldinum.
Tað var klokkan 16.30, at fleiri ringdu til løgregluna at boða frá eldinum. Sløkkiliðið varð boðsent, men tá ið tey komu á staðið, var longu rættiliga stórur eldur.
Gudmund Jacobsen, sløkkiliðsmaður í Vági, sigur, at tá ið teir komu á staðið, var eldur í øllum húsunum og hann var so stórur, at teir hugsaðum mest um at forða fyri at eldur ikki eisini kom í grannahúsini, samstundis sum roynt var at køva sjálvan eldin við vatni.
Hann sigur, at tað gekk væl at sløkkja og klokkan átta var eldurin heilt sløktur. Men tey ganga kortini brandvakt í nakrar tímar afturat, skuldi hann kykna upp aftur.
Húsini eru kolað upp, tað er bara sjálvur skrokkurin, sum stendur eftir, sigur Gudmund Jacobsen. Í morgin fara teknikarar hjá løgregluna at kanna húsini at vita um tað ber til at finna oorsøkina til eldin.










