Fyrr í dag kom fráboðan um, at eldur var í sethúsum í Hovi. Sløkkiliðsfólk á staðnum hava fingið billbugt við eldin, men sum skilst er materielli skaðin stórur.
Sløkkiliðsfólk eru enn á staðnum og halda eyga við húsunum, tí nógv brenni er millum skins og hold og tí er umráðandi at vera á staðnum og tryggja, at eldurin ikki kyknar aftur.
Eingin fólkaskaði er hendur, men sum skilst eru húsini illa farin.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn hevur framvegis ikki stundir til viðmerkingar til málið, tí nógv hevur staðið á hesa løtuna, meðan eldurin hevur verið. Ikki minst, tá ið fráboðan um eldsbruna í Vági eisini kom á løgreglustøðina í Havn.
Les eisini: Eisini eldur í Vági
In.fo fylgir málinum.









