Fyri aðru ferð hevur Harriet Poulsen Vágadal málningaframsýning í sínum egna listaskála í Jóannes Patursonargøtu í Havn.
Har hevur hon eisini arbeiðshøli.
Sermerkt fyri framsýningina er, at ein stórur partur av málningunum eru av djórum.
- Tí byrjaði eg við í 2003 og vildi lýsa sambandið millum djór og menniskju, sigur Harriet.
Hon byrjaði við kettuni.
- Vit menniskju vilja vera harrar yvir øllum, eisini djórunum, men tá ið vit koma til kettuna, er spurningurin, hvør er harri, tí kettan er øðrvísi.
Harriet hevur júst verið á listaháskúla í Holbæk í Danmark, og har fekk hon nógvan íblástur til at arbeiða víðari við síni egnu list.
Hon ger nógv við at lýsa, hvussu djórini eru, kettur og hundar. Vit síggja veðrar og ross. Harriet er upptikin av, at djórini hava tað gott, og tað øvugta lýsir hon í málningum av rossum, sum eru misrøktir.
Fleiri av málningunum eru í sterkum litum.
Framsýningin letur aftur klokkan 18 í dag, men fólk eru vælkomin inn á gólvið at síggja framsýningina komandi dagarnar, sigur Harriet.