HÚSIÐ letur upp aftur

- Síðan vit boðaðu frá starvsfólkatrotinum, hevur telefonin gingið heit við fólki, sum vilja hjálpa okkum, sigur Rói Sigurðsson, virkandi leiðari í Virkishúsinum fyri Ung - Nú kunnu vit lata uppaftur týsdagin við nýggjari manning, sigur Rói við Norðlýsið.

Hóast tað herfyri sá dapurt út fyri eini upplating 1. apríl er nú ein loysn funnin á trupulleikanum. Saman við Róa eru fleiri fólk sett í starv við ávísum tímatali, sum eina fyribils loysn.

- Vit gleða okkum at sleppa at lata hurðarnar upp fyri børnum og ungum aftur, og eru eisini spent at bjóða nýggju manningini vælkomin, sigur Rói.

Starvsfólkini í Húsinum pr. 1. apríl verða hesi: Hans Andrias Olsen, Leivur Vitalis, Finn Stampe, Ragnar Joensen, Ása Vágsheyg og Rói Sigurðsson, leiðari.