Nýggja húsið á kampingplássinum yvir við Strond í Havn er nú reist.
Tað var fyrr í ár, at býráðið samtykti at játta útvið tríggjar milliónir krónur, skulu brúkast til at gera 33 ára gamla kampingplássið meira tíðarhóskandi.
Kommunan hevur eisini kannað møguleikan at gera nýtt kampinpláss á øðrum stað, men tann íløgan hevði verið so stór, at kommunan fer ikki undir slíka verkætlan fyribils.
Endamálið við umvælingararbeiðinum, sum nú verður framt, at at bøta um tænastuna til tey vitjandi ferðafólkini.
Tað er Byggitænastan, sum byggir nýggja húsið á kampingplássinum.
Myndina tók Birgir Waag Høgnesen.









