Í dag letur upp framsýning í Listaskálanum, har átta donsk listafólk sýna verk fram.
Øll átta eru knýtt at »Huset« í Asnæs á Vestursælandi.
Nógv føroysk listafólk hava ígjøgnum tíðirnar havt framsýningar í »Huset« og tí kennir Listasavn Føroya tað partvís sum eitt høvi at takka fyri seinast, at bjóða teimum átta listafólkunum at hava bólkaframsýning í Listaskálanum.
Tey flestu av listafólkunum eru málarar, men onkur teirra fæst eisini við vovna list.
Tey átta listafólkini, ið sýna fram í Listaskálanum komandi dagrnar eru:Lisbet Olrik, Austin Corcoran, Oda Knudsen, Ole Finding, Annemette Lichtenberg, Bent Karl Jacobsen, Mette Møller Bovin og Loui Michael.
Framsýningin letur upp í dag, leygardag, klokkan 16.00 og er opin fram til 10. september.