Hósdagin fundast feløgini í Premier League um kappingina

Enska blaðið "The Times" metir, at tríggjar ymiskar loysnir at avvikla kappingina í Premier League liggja á borðinum

Komandi hósdag hittast feløgini í ensku Premier League fyri at taka avgerð um hvat skal henda við kappingini, ið er fyribils niðurløgd.

Enska blaðið "The Times" metir, at trý alternativ eru á borðinum:

1) Kappingin verður staðfest við tí stigatalvuni sum er í Premier League nú. Liverpool verður staðfestur meistari, og nummar tvey til fýra á núverandi stigatalvu vinna sær pláss í Champions League.

2) Play Off dystir verða spældir yvir eitt styttri tíðarskeið fyri at finna útav hvør skal gerast meistari, hvør skal út í Champions League og hvør skal flyta niður.

3) Øll kappingin verður strikað. 

Enska blaðið "The Independent" nevnir ein fjórða møguleika sum er, at kappingin í Premier League verður tikin upp aftur í summar, og møguliga verða nakrir spælidagar tiknir frá komandi kappingarári, ið síðani má avgreiðast innanfyri eitt styttri tíðarrúm.

HER  ber til at lesa um forkvinnuna í West Ham United sum heldur, at kappingin eigur at strikast.