Virðið á sethúsum og íbúðum í Danmark er minkað nógv undir fíggjarkreppuni, og tí er bústaðarprísurin farin niður ígjøgnum. Hagtøl fyri húsa- og íbúðarsølur í 2011 vísa, at triðja hvørt sethús, sum bleiv selt í fjør, fór fyri minni enn eina millión krónur. RealMæglerne, sum hava savnað tølini, siga, at 70 prosent av húsunum, sum vórðu seld í 2011, kostaðu minni enn tvær milliónir krónur.
Tað er tó ymiskt millum teir ymsu partarnar av landinum, hvussu nógv prísirnir eru falnir. Í høvuðsstaðarumráðnum er torført at fáa eini hús fyri minni enn eina millión krónur, og í ávísum kommunum uttan um Keypmannahavn kostaði meiri enn annaðhvørt hús meiri enn fýra milliónir krónur í fjør.
Harafturímóti var tað bíligt at keypa hús á Lollandi. Har kostaðu næstan 80 prosent av húsunum minni enn eina millión krónur.