Húsavørður í 33 ár á Landssjúkrahúsinum

Hósdagin 18. november 2004 var móttøka á Landssjúkrahúsinum í samband við at Gorm Justinussen, húsavørður á Landssjúkrahúsinum, hevði sín seinasta arbeiðsdag og fylti 67 ár hendan dagin

Umleið 170 fólk vóru til móttøku á Landssjúkrahúsinum, tá Gorm Justinussen, legði frá sær sum húsavørður á stovninum eftir 33 ár í sama starvi. Móttøkan var sama dag, sum hann fylti 67 ár og fór frá við eftirløn.

Har vóru starvsfelagar, vinir, kenningar og familja. Talur vórðu hildnar av Poul Gert Hansen, sjúkrahússtjóra, Eyðun Joensen, sálarfrøðingi, og Jan á Argjaboga, leiðara á tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.

Sjúkrahússtjórin ynskti Gormi hjartaliga tillukku við 67 ára føðingardegnum og takkaði honum fyri tey yvir 33 árini, sum hann hevði starvast á Landssjúkrahúsinum.

Hann segði m.a. at Gorm hevði júst teir eginleikar, sum gjørdu hann til ein góðan húsavørð. Hann hevur haft eina fasta ætlan fyri nær tingini skuldu henda, og so verður tað bara gjørt - uttan nakað hóvasták.

Tað verður ikki uttan víðari einfalt at taka yvir hjá øðrum. Tað er ein praktisk vitan, sum er upparbeitt og lagrað á hansara persónliga mentala harddiski - og hann tekur hann nú við sær.

"Tú hevur verið ein av teimum heilt sentralu persónunum á Landssjúkrahúsinum, og tað fer helst at vera eitt sindur av einum tómrúmi hjá tær fyrstu tíðina, tá tú ikki longur hevur tín føstu dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum og tí pulserandi lívinum, sum er her.

Vit á Landssjúkrahúsinum vilja ynskja tær alt tað besta og takka fyri øll tey góðu árini", segði sjúkrahússtjórin.

Í blaðgrein í samband við dagin nevndi Eyðun Joensen m.a. at Gorm hevur ikki verið hvør sum helst í gerandislívinum á Landssjúkrahúsinum.

At vera húsavørður og røkil á landsins størsta og mest fjølbroytta arbeiðsplássi, sum fevnir um arbeiðs- og bústaðarhøli til so fjølbroyttan starvsfólkahóp, hevur kravt myndugleika aftur við smidligheit.

Gorm hevur við sínum vinnandi verimáta, trúskapi móti yvirvøld og arbeiðssetningi sýnt, at tað bar til at samantvinna egnan autoritet og virðing aftur við reiðiligheit, hjálpsemi og fólkaligheit, so tað gongur upp í eina hægri eind.