Húsavørðarnir savnast

- Hetta er ein liður í ætlanunum hjá býráðnum at savna rakstrareindirnar, sum í hesum førinum umfatar húsavørðarnar á skúlum, dagstovnum og í miðfyrisitingini, sigur Harald Bjørgvin, leiðari fyri húsavørðunum

Ætlanin við broytingini er, at samskipa arbeiðið hjá húsavørðunum betri, og at í staðin fyri at hvør húsavørður hoyrir til ein ávísan bygning, skal arbeiðið nú gerast í toymum.
- Tað merkir, at har tað fyrr var neyðugt hjá tí einstaka húsavørðinum at tilkalla handverkarahjálp, skal nú bera til at arbeiða saman um eitt sindur størri uppgávur, sigur Harald Bjørgvin.
Tá skipanin er komin upp at koyra, fer at bera betri til at tilrættisleggja arbeiðini.
- Skal eitt spælipláss umvælast, ber til at savna serkønar innan tað økið og gera tað arbeiðið, so tað er nøktandi og spæliplássið er trygt, sigur Harald Bjørgvin.
Tað merkir, at til ber at seta inn á støðum og bygningum, har tað er neyðugt.
- Tí ber til at seta fleiri húsavørðar at umvæla ein bygning, sigur Harald Bjørgvin.
Hann sigur, at við at savna allar húsavørðarnar á einum stað, ber eisini betri til at gagnnýta teir serligu førleikarnar, sum ymsu húsavørðarnar hava.
- Summir eru góðir timburmenn, aðrir góðir rørsmiðir og nakrir heilt triðju eru serkønir innan svimjihylar, sigur Harald Bjørgvin.
Serliga í hesum seinasta føri ber til at samskipa innkeypið.
- Í staðin fyri at hava goymslu av eitt nú koli at reinsa vatnið við á trimum støðum, ber nú til at samskipa innkeypið og at keypa inn í størri nøgdum, sigur Harald Bjørgvin.

Søkja nýggjan formann
Í hesum sambandi søkir kommunan eftir nýggjum formanni, sum skal samskipa hetta arbeiði.
- Lýsingin hevur verið í bløðunum og umsøknarfreistin er um miðan januar. Hvussu skjótt tað so ber til hjá nýggja formanninum at byrja, er eisini tengt at, nær skipanin kann setast í verk, sigur Harald Bjørgvin.
Nýggja skipanin merkir eisini, at til ber at gera smærri timburarbeiði.
- Skal eitt vindeyga skiftast, ber til at seta eitt toymi sman, sum kann taka sær av hesum. Til dømis kann hetta verða gjørt av tveimum timburmonnum, har tað áður var neyðugt at tilkalla handverkarar, sigur Harald Bjørgvin.
Eisini í aðrar mátar verða fyrimunir av nýggju skipanini.
- Til dømis um veturin, tá boðað verður frá nógvum kulda, kunnu húsavørðarnir skipa fyri, at saltað verður framman fyri skúlar og dagstovnar, so trygt er hjá børnum at møta um morgunin, sigur Harald Bjørgvin.
Hann sigur, at stórt sæð fara húsavørðarnir at gera sama arbeiði, men bert skipa í toymum.
- Tað fer at krevja eitt sindur av innlæring og hvussu vit skulu samskipa okkum. Tað verður eisini ein spurningur um, hvussu stovnsleiðarar og skúlastjórar skulu fyrihalda seg, sigur Harald Bjørgvin.


Ringt at røkka øllum
Hann heldur tað annars vera ein fyrimun, at tað ikki verður ein ávísur húsavørður, sum hevur sína dagligu gongd á einum ávísum stovni.
- Tá fær tú somu eygu, sum síggja tað sama.Við nýggju skipanini fær tú nýggj eygu, sum kanska síggja tingini á ein øðrvísi hátt, sigur Harald Bjørgvin.
Hann heldur tó, at tað kanska kann krevja nakað av tíð, áðrenn øll hava vant seg við nýggju skipanina.
- Fólk eru í útgangsstøði ikki so fegin um broytingar, men vit hava kunnað fakfeløg og viðkomandi partar. Eg havi somuleiðis havt fund við stovnsleiðarar og skúlastjórar, sigur Harald Bjørgvin.
Kommunan hevur nú keypt ein bygning uppi á Hjalla, har miðstøðin hjá húsavørðunum skulu húsast.
- Eg havi havt so nógvar húsavørðar undir mær, og tí hevur mangar verið ringt at røkka út til allar, og tað er millum annað hetta, ein nýggjur formaður skal bøta um, sigur Harald Bjørgvin.
Dagliga arbeiðið fer at verða afturvendandi uppgávur.
- Tað er í umbúna at hava eina skipan, har vit verða kontaktaðir elektroniskt út til bráfeingis uppgávur. Síðani fer húsavørður á staðið og ger neyðugu uppgávuna. Skal so farast víðari verða vit í miðleiðsluni inndrignir, sigur Harald Bjørgvin.
Nýggja skipanin fer eisini at gera tað møguligt at leggja til rættis umvælingararbeiðini fyri komandi ár.
- Talan verður um stórarbeiði, meðalarbeiði og so smærri arbeiði, og tað er her, at húsavørðarnir koma inn. Og á tann hátt fáa teir vónandi ein arbeiðsdag, sum hondverksmessiga er meira áhugaverdur, sigur Harald Bjørgvin.