Sjáldan er kappingin so stór og spennandi, sum tá 8-mannaførini róðu í Miðvági leygardagin.
HJá miðvingum og vágafólki sum heild var vónin, at Miðvingur, sum hevur staðið seg hampuliga væl í ár, skuldi vinna. Tað gjørdi hann ikki, og vit kunnu staðfesta, at saman við Kvívíkingi gjørdist hann taparin í sera tøttu kappingini im næsta fremsta plássið.
Miðvingurin legði annars bragdliga fyri saman við Kvívíkinginum, men tað var skjótt, at Húsavíkingurin, sum dagliga venur í Havn, so at siga vísti teinn og við ?Húsfrugvskari? makt og megi togaði seg fram um hinar. Tá málið var hálvrógvið var hann fremstur, og eingin skalaði honum. Á málinum var hann eina bátslongd ella meiri frammanfyri kappingarneytarnar.
Argjabáturin hevur ikki vunnið í ár. Tað gjørdi hann heldur ikki hesa ferð, men hann var næstfremstur, og tað at hann hevur verið nógv meiri støðugur í sínum avrikum, enn hinir hava verið, ger, at hann er greitt fremstur í FM-kappignini. Eitt sindur sjáldsamt verður tað, um teimum fer at eydnast at vinna FM, uttan at teir hava vunnið nakran róður.
Miðvingur er trý stig aftanfyri og tann einasti, sum kann hótta Argjabátin. Í heimasjógvi vóru marginalarnir ikki við miðvingum. Um teir skulu vinna FM, skulu teir vinna seinasta róðurin, og so skal Argjabáturin ikki enda frammanfyri triðjaplássið. Vinnur miðvingur ikki, skal Argjabáturin verða trý pláss aftanfyri. Annars vinnur Argjabáturin FM, eisini um hann heldur ikki á ólasøku fer at vinna róðurin.










