Kommunustýrið í Húsavík hevur samtykt at hava vegleiðandi fólkaatkvøðu um samanlegging fyrst í komandi ári Gjárkvøldið hevði kommunustýrið í Húsavík fund, og har var semja um, at kommunan eigur at leggja saman við øðrum kommunum.
- Vit halla mest til at leggja saman við Tórshavnar kommunu, tí vit fáa einki burturúr at leggja saman við Sands kommunu og Skopunar kommunu, sum skylda nógv, sigur Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavík.