Húsasølan Sertænastan bjóðar seg fram

- Eg meti, at mínar royndir sum sjálvstøðugur handverksmeistari í mong ár og mínar royndir sum sýnsmaður hjá tryggingini í mong ár, fara at tæna okkara viðskiftafólkum, nú vit sjálvi eru farin undir keyp og sølu av húsaognum. Mín áskoðan er, at tað loysir seg at handla hjá fakfólki, sigur Hjalgrím Davidsen

Keyp og søla

Hjalgrím Davidsen, sum eigur smápartafelagið Búgv, ið eitt nú veitir sertænastur við avfukting og royksanering, er nú eisini farin undir keyp og sølu av húsaognum. Húsasølan Sertænastan, sum er navnið á hesum fyritaksseminum hjá Hjalgrími, heldur til í Niels Finsensgøtu 51 í Havn.
Frammanundan hevur Hjalgrím eitt nú Hotel Bólið, sum læt upp fyri nøkrum mánaðum síðan, men sum seinastu tíðina hevur verið afturlatið vegna umbyggingar. Hann hevur eisini handilin, Smykkuhjørnið.
Áður hevur hann eisini havt Lampubúðina og Atlasbúðina, ið seldi hvítvørur og køkar, umframt felagið Hellu, sum seldi sniðhús.

Drúgvar royndir

- Nýggja húsasølan, Húsasølan Sertænastan, ið so smátt er farin undir sítt virksemi, fer í fyrsta lagi at selja og taka sær av sølu av húsaognum.
Hjalgrím, ið hevur drúgvar royndir sum handverksmeistari og sum sýnsmaður á skaðadeildini hjá Føroya Brunatrygging og Tryggingarfelagnum Føroya, sigur, at hann stendur sjálvur fyri hesum partinum av virkseminum.




- Í míni longu tænastu sum handverksmeistari og á tryggingarfeløgunum havi eg sýnað mong sethús og nógvar bygningar. Eg meti, at mínar royndir fara at tæna okkara viðskiftafólkum, nú vit sjálvi eru farin undir at formidla keyp og sølu av húsaognum. Mín áskoðan er, at tað loysir seg at handla hjá fakfólki, sum eg í hesum føri meti meg vera.
Hann sigur, at virksemið hjá Búgv ? umframt húsasølu og sertænastu - eisini fevnir um útleigan av kømrum, skrivstovuhølum og handilshølum.
- Alt verður eftir avtalum, sum vit gera við fólk, og virksemið hjá okkum fer at røkka út um alt landið. Vit fara at hjálpa okkara viðskiftafólkum at finna tað, tey leita eftir, og vit fara at hjálpa fólki at selja tað, tey hava at selja.
Hjalgrím sigur, at hann fer at sýna hús og bygningar fyri eitt nú rot, fukt og lukt og hjálpa fólki at finna út av, hvussu tey best kunnu gera.
Í sínari tíð var hann uttanlands og fekk sær vitan og kunnleika um fukt-og luftsanering.

Søla og sertænasta

Men hví fer Hjalgrím so undir virksemið við húsasølu, tá ið vit frammanundan hava feløg, ið eru á marknaðinum?
- Ja, tað kanst tú væl spyrja. Eg havi sum nevnt arbeitt við bygningum alt mítt lív og so leingi, sum heilsan er, fari eg at hava áhuga fyri hesum.
Hjalgrím heldur, at pláss er fyri eini húsasølu, sum
samstundis verður partur av eini sertænastu.
- Vit hesum fara vit undir nakað nýtt, sum ikki er, og við sertænastuni vilja vit eisini upplæra fólk í, hvussu tey kunnu umgangast ? ella sleppa av við - fukt og lukt í húsum. Tað vísir seg, sum um tikið verður ov lætt um hetta við fukti og lukti, heldur hann.
Hjalgrím Davidsen sigur, at hann ynskir at hava gott samstarv við onnur feløg, sum eru á húsamarknaðinum.
- Eg havi samstarvað við verandi feløg við keypi av bygningum, og eg ætli mær framvegis at hava eitt gott samstarv við hesi feløg, sigur hann.
At enda kunnu vit skoyta uppí, at Húsasølan Sertænastan fer at hava umboð í Norðoyggjum, Eysturoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy. Haraftrat fer Hjalgrím Davidsen at halda fram við sínum konsulentvirksemi fyri virkir og stovnar.