Tað gongur strúkandi hjá meklarafyritøkunum Skyn og Betri Heim at selja fastogn. Fyritøkurnar seldu omanfyri 400 ognir tilsamans í fjør, og sølan fyrsta ársfjórðingin í ár bendir á, at sama gongd heldur fram í 2018. Higartil í ár hava tær báðar meklarafyritøkurnar selt stívliga 130 ognir.
Eftirspurningurin eftir sethúsum, raðhúsum, íbúðum og grundøkjum er stórur, og sum heild eru ognirnar bara á sølulista í stutta tíð, áðrenn tær verða seldar, upplýsa Skyn og Betri Heim.
Petur M. Niclasen, stjóri í Skyn, sigur, at eftirspurningurin er vaksandi um at kalla alt landið. Hann sigur, at Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og komandi Eysturoyartunnilin hava við sær, at eftirspurningurin eftir bústaði í hesum økjum veksur og í ávísan mun hevur við sær, at, fólk finna sær bústað í hesum økjum heldur enn í Havn.
Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim upplýsir, at hjá teimum er størst eftirspurningur eftir húsum í høvuðsstaðarøkinum, Norðstreymoy og Eysturoynni, og at beint nú er serliga stórur áhugi fyri bústøðum á Strondum.
Av ognunum, sum Skyn hevur selt í ár, er helvtin seld í Havn og hin helvtin aðrastaðni í landinum. Hjá Betri Heim eru flestu ognirnar higartil í ár seldar í Havn, sigur Kára á Dunga, stjóri, sum upplýsir, at eisini fleiri ognir eru seldar í Eysturoynni og í Norðstreymoy fyrsta ársfjórðingin í 2018.
Miðalprísurin fyri sethús í Havn higartil í ár er á leið tann sami sum í fjør, tá hann var næstan 2,7 milliónir krónur, sum er tað mesta nakrantíð.
Prísmunurin millum sethúsakeyp í Tórshavn og á bygd er umleið 1,6 milliónir krónur. Tá skal kortini havast í huga, at tað er munandi prísmunur frá bygd til bygd. Petur M. Niclasen, stjóri í Skyn, sigur, at prísmunurin millum somu hús í Havn og eitt nú á Strondum, Runavík og Toftum er væl minni, enn hann er samanborið við fleiri aðrar bygdir í landinum.