Húsarhaldsskúlin vísir handarbeiði

Framsýning av handarbeiði, kafé og opið hús verður á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík komandi týsdag Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er við at verða liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava gjørt.

Av tí at skeiðið er longt við seks vikum, er framsýningin í ár størri og fjølbroyttari enn vanligt. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðs-lærugreinunum binding, tilskering, seyming, leður og skinn, patchwork, silkimáling, brodering og føroysk bond.

Í samband við eina evnisviku har evni var ?Neytakonan ein horvin kvinnumynd? tilevnaðu næmingarnir klæðir til eina neytadukku. Hesar vøkru dukkur verða eisini við á framsýningini.

Ein kafé verður undir framsýningini, har til ber at fáa køkur og kaffi.

Sum nakað nýtt verður opið hús á skúlanum, har vitjandi - kanska serliga komandi næmingar og foreldur teirra - kunnu fáa meira at vita um skúlan.

Framsýningin er opin týsdagin 19. februar frá klokkan 16 til 21.

Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Húsarhaldsskúli Føroya í tíðindaskrivi.