Í dag kemur út minnisrit um Húsahaldsskúla Føroya í sambandi við, at skúlin nú hevur 25 ár á baki.
Illa ber til at nevna Húsarhaldsskúla Føroya uttan at nevna Klaksvíkar húsmøðrafelag, og um Klaksvíkar Húsmøðrafelag er forvitnislig samrøða við Fanny Petersen, sum Bernhardina Klein hevur lagt til rættis, har Fanny Petersen eitt nú siga frá stovnanini av felagnum í 1951.
Fanny Petersen sigur, at hetta var eitt framhald av kvinnubólkinum, sum tók stig til at savna inn pening í 1948 til eitt ellisheim í Klaksvík.
Í bókini greiðir Johanna á Tjaldrafløtti eisini frá skúlanum í nítiárunum og eisini eru nógvar góar myndir frá skúlanum og av teimum næmingum, ið hava gingið har.
Tað er Miðil í Klaksvík, ið hevur greitt forvitnisligu bókina til prentingar, og Grafiskt Design hevur gjørt umslagið.
Bókin fæst fyribils til keyps fyri 100 krónur á Húsarhaldsskúlanum, sum í dag hátíðarheldur 25 ára føðingardagin.