Húsarhaldsskúlin

Húsarhaldsskúlin hevur hvørt heyst eitt langt húsarhaldsskeið, sum varir 26 vikur. Har er frálæra í lærugreinum sum brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brandskeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymiskum verkætlanum. Á hondarbeiðsøkinum er fjølbroyttar lærugreinar eitt nú seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling, patchwork. Næmingarnir skulu vera fyltir 16 ár, áðrenn skúlin byrjar, og búð verður á skúlanum.

 

Skeiðsvirksemi:

Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Dømi um evni eru: "Vigar tú ov nógv", ”heilsugóður matur” og hondarbeiðskeið. Skipað verður fyri ymiskum hondarbeiðsskeiðum, bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið. Undirvíst verður í seyming av vestum og buksum til føroyska mannfólkabúnan. Skeið sum "Heilsugóður matur og handarbeiði" eru afturvendandi tiltøk og skeiðluttakarnir koma úr øllum landinum.

 

www.husarhaldsskulin.fo