Húsarannsókn hjá Samherja

Fólk frá íslendska gjaldoyraeftirlitinum hjá Seðlabankanum og myndugleikunum hava í dag framt húsarannsókn á skrivstovunum hjá tí stóra íslendska vinnufelagnum Samherja. Rannsakað varð á skrivstovunum, sum felagið hevur í Reykjavík og á Akureyri.

Kunningarstjórin í Seðlabankanum, Stedán Jóhann Stefánsson, sigur við íslendsku fjølmiðlarnar, at rannsóknin hevur samband við illgruna um, at felagið kann hava brotið lógina um gjaldoyraviðurskifti.

Samherji hevur stór áhugamál í føroyskari fiskivinnu og eigur fleiri skip saman við føroyskum feløgum.