Húsaprísurin uppaftur

Danski húsamarknaðurin er komin á botn, og prísurin fer at hækka í ár og næsta ár. Tað sigur Danske Bank í einari nýggjari meting. Bankin sigur kortini, at tað er tann lága rentan, sum fær gongdina at venda, og tí kann marknaðurin koma aftur undir trýst um nøkur ár.

Danske Bank sigur, at húsaprísurin fer at hækka 3,0 prosent í ár og 1,3 prosent afturat næsta ár.

Bankin væntar, at prísvøksturin fer at steðga síðst í 2011, tí tá fer rentan væntandi at koma í einameiri normala legu, sum bankin orðar tað.