Sambært Jonhardi Dahl-Jacobsen, húsameklara, er prísurin á sethúsum í Havn methøgur í løtuni.
Serliga lætt er at selja størri sethús í mið- og eysturbýnum, sigur húsameklarin.
Fert tú ígjøgnum tunnilin til Kollafjarðar ella Kvívíkar, so er prísurin dumpaður rættiliga nógv, sigur hann og leggur aftrat, at einar 700 túsund gott kunnu verða á muni á nærum somu húsum.
Og húsameklarin heldur, at í Havn er tað kanska ov nógv av tí góða.
Tá eini 20 ára gomul hús kosta meir enn eini spildurnýggj hús, tá er okkurt galið, sigur húsameklarin, ið er útbúgvin byggifrøðingur.
Tú skalt minnast til, at tá hús eru eini 25 ár, skulu vindeygu, hurðar og annað skiftast, sigur hann.
Sama mynstur
Tað er einki at dylja yvir, at innrásin av ali- og oljufólkum seinastu tíðina, hevur sett ferð á sethúsaprísin í høvuðsstaðnum. Og nøkur hús fara fyri ein prís, sum flestu bert kunnu droyma um.
Hetta er sama søgan, sum hetlendingar vóru ígjøgnum, tá oljan kom til teirra land, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen.
Eg veit um, at onkur hús eru farin fyri dupultan prís, og tað havi eg ongantíð upplivað áður, sigur húsameklarin.
Hann leggur dent á, at dygdin ikki hevur tað nógv at siga. Húsið skal vera stórt, liggja væl fyri og hava góðar atkomumøguleikar.
Hetta eru hús, sum skulu brúkast til bæði íbúð og skrivstovu, sigur hann.th;uni við tað drúgva fyrireikingarbeiðið, sum er gjørt undan fyrstu loyvisgevningini. Hann vísti á, at tað frá almennari síðu eru gjørdar nógvar fyrireikingar til oljuleiting, ikki bara í Oljumálastýrinum og Jarðfrøðisavninum, men í umsitingini sum heild. Her kann serliga verða nevnt arbeiðið, sum í løtuni verður gjørt í sambandi við tilbúgvingarætlanina. Talan er um eina rættiliga fjølbroytta verkætlan, ið flestu aðalstýrini onkursvegna eru uppí, t.d. verður ætlanin fyriskipað av Vinnumálastýrinum, Fiskimálastýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini til havs, Almanna- og heilsumálastýrið av m.a. sjúkrahústilbúgvingini, Løgmansskrivstovan av møguligum lógarbroytingum og millumlandaviðurskiftum, meðan Oljumálastýrið hevur ábyrgdina av tí partinum, sum beinleiðis hevur við frálandsvirksemið at gera. Sum heild gongur hetta arbeiðið væl, men talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur gott samstarvsstev millum allar teir luttakandi partarnar segði landsstýrismaðurin.
Áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið løgtinginum seinasta heyst helt landsstýrismaðurin ein fund við reiðara- og manningarfeløgini, har greitt var frá útboðsøki og væntaðum virksemi. -Tað er sera umráðandi, at vit allatíðina kunna um oljuvirksemið, soleiðis at fiskivinnan og oljuvinnan kunnu samstarva so skynsamt sum møguligt. Ætlanin er tí seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar oljuleitingin, t.e. bæði leitiboringar og seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Møguliga eigur eitt fast samstarvsforum at verða skipað. Sambært kolvetnislógini skal ein endurgjalds- og skaðabótanevnd setast við umboðum fyri fiskivinnufeløgini og loyvishavarar til oljuleiting. Oljumálastýrið fer at taka stig til, at henda nevndin verður mannað skjótast møguligt.
Sambært kolvetnislógini skal landsstýrismaðurin annaðhvørt ár lata løgtinginum eina frágreiðing, ið skal vera grundarlag undir einum oljupolitiskum orðaskifti á løgtingi. Tá útbjóðingarlógin varð løgd fyri løgtingið í fjør, nevndi Eyðun Elttør, at hon kom ístaðin fyri frágreiðingina, sum av røttum átti at verið løgd fram fyrstu ferð í 1999. Samstundis varð nevnt, at ætlanin var at lata løgtinginum eina frágreiðing, tá leitingarloyvini eru latin. Miðað verður eftir at gera eina frágreiðing, sum kann fevna eitt sindur breiðari enn bara um sjálva loyvisveitingina. Ætlanin er at greiða frá tí sum longu er hent á oljuøkinum, t.d. umhvørviskanningum, granskingarætlanum, útbúgvingum, vinnumenning o.s.fr. Í øðrum londum verður ætlað um ókendu kolvetnisnøgdirnar ? t.e. nøgdir, ið ikki eru staðfestar við boringum ? men nøgdir, sum mettar verða at fjala seg í undirgrundini. Slíkar metingar hava vit higartil ikki gjørt í Føroyum, m.a. tí torført er at ætla um hesi viðurskifti á basaltøkjunum. Frágreiðingin í heyst fer at geva eitt boð uppá, hvørjar kolvetnisnøgdir talan kann vera um í pørtum av føroyska økinum.