Húsaprísurin í Havn er farin upp um fimm milliónir

Upp á fimm ár eru sethúsaprísirnir í Havn hækkaðir 1,1 millión

 

Sethúsaprísirnir í Havn hækka alsamt – og teir hækka skjótt. Og ein uppgerð hjá Betri Heim vísir, at í ár er tað mesta, eini sethús eru seld fyri í Havn, yvir fimm milliónir krónur.

Hetta er ikki tað vanliga, men tað eru einstøk sethús, sum eru so dýr og hetta er fyrstu ferð, at tað hendur, sigur Betri Heim.

Í miðal er sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum nú, 3,2 milliónir og sostatt er miðalprísurin hækkaður 3,5 prosent, bara í ár.

Og síðani 2015 eru prísirnir hækkaðir 1,1 milliónir í miðal í Havn.

##med2##

Í Klaksvík og Eysturoynni er hægsti prísur, sum sethús eru seld fyri, farin upp um tríggjar milliónir og í Vágum eru einstøk hús seld fyri væl oman fyri tvær milliónir.

– Eftirspurningurin er stórur, men tað haltar við útboðnum, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heim.  

Hon sigur, at koronakreppan hevur ikki havt stórvegis ávirkan á keyp og sølu av sethúsum. Men ein broyting er, at sethús verða seld skjótari í ár enn í fjør. Tað bendir á, at áhugin í øllum førum enn er stórur, sigur Kára á Dunga.