-Húsaprísirnir hava nú stabilisera seg eftir fíggjarkreppuna, og prísirnir eru eisini farin upp í ár, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn. Fíggjarkreppan hevur sett síni spor í føroyska samfelagið, men nú eru húsaprísirnir stabiliseraðir, og seinastu metingarnar siga, at húsaprísirnir eru farin nakað upp kring alt landið.
-Húsaprísirnir eru farnir nakað upp seinastu tíðina, og vit síggja eisini, at nógv fleiri hús eru seld í 2010, samanborið við 2009, sigur stjórin í Skyn við Rás2 í dag.
Tað er bæði í høvuðsstaðarøkinum og á bygd, at húsaprísirnir nú eru ávegis upp eftir.