Hýsan uppi á 20 krónum

Eitt línuskip og tveir trolbátar, sum seldu hýsu á Fiskamarknaðinum í dag, gjørdu kvetti. Tað hægsta boðið upp á hýsu var 20 krónur, og meðalprísurin á teirri størstu hýsuni var 18,90 krónur. Hýsa II fór fyri 18,07 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 17,05 krónur fyri kilo.

Toskaprísurin broytist ikki. Í dag fór toskur II fyri 11,91 krónur og toskur III fyri 10,97 krónur í meðal.

Prísurin á svartkalva er víkjandi. Í dag seldi Fiskamarknaðurin góð 20 tons av svartkalva, og tað mesta fór fyri 23,85 krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 116 tons fyri knappliga 1,8 millión krónur í dag.