Hýsan upp um 20 krónur

Meginparturin av teimum 35 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var trolfiskur.

Knapt 9 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 15,61 krónur í meðal, toskur III fyri 15.10 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,03 krónur fyri kilo.

Lítið var av hýsu, men prísurin var góður. Tann besti hýsuprísurin fór upp um 21 krónur, og meðalprísurin fyri hýsu II var 19,40 krónur fyri kilo.

Av kongafiski vóru umleið fimm tons, sum fóru fyri 13,20 krónur fyri kilo, og hálvttriðja tons av havtasku fingu meðalprísin 28 krónur. Knappliga sjey tons vóru av svartkalva, sum fór fyri 24 krónur kilo í meðal.

Tey 35 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri góðar 580.000 krónur.