Hýsan togaði í 25 krónur

Tað var ikki trongligt á gólvuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya ársins fyrsta søludag, og telefonuppboðssøla var eingin.

Hálvtannað tons, mest toskur og hýsa, var tað, sum keypararnir kundu kappast um at fáa hendur á. Men var nøgdin lítil, var prísurin væl oman fyri prísin fyri jól.

Serliga hýsan fekk óvanliga góðan prís. Meðalprísurin á teirri stóru hýsuni var 22,86 krónur fyri kilo, og tann besti prísurin var 24,70 krónur. Hýsa II stóð ikki nógv aftanfyri við meðalprísinum 18,26 krónur.

So góðan prís fekk toskurin ikki, men toskur III fór fyri 18,63 krónur í meðal.