Bátar, sum hava selt hýsu á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum teir seinastu dagarnar, hava fingið góðan prís. Í dag kom meðalprísurin upp í knappar 17 krónur fyri kilo, og í gjár var hann á leið tað sama.
Í dag seldi Fiskamarknaðurin 27 tons, og ein storur triðingur var hýsa. Hýsa II fór fyri 16,96 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 14,96 krónur.
Knappliga sjey tons av toski vóru á uppboðnum í dag. Toskur II fekk meðalprísin 18.86 krónur, og toskur III fór fyri 16,14 krónur í meðal.
Nakað var av kongafiski og blálongu. Kongafiskur II fór fyri 13,17 krónur, og prísurin á blálonguni var 11,34 krónur.
Í gjár vóru 70 tons á marknaðinum. Tað mesta var brosma og longa. Meðalprísurin á brosmu II var 8,21 krónur, og longa II fór fyri 13,17 krónur í meðal. Í gjár vóru eini seks tons av hýsu. Meðalprísurin á hýsu II var 18,65 krónur og á hýsu III 14,90 krónur.
Tey 27 tonsini, sum Fiskamarknaðurinm seldi í dag, fóru fyri góðar 400.000 krónur, og tey 70 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri 930.000 krónur.









