Hýsan er komin fyri seg á landgrunninum

Magnus Heinason gjørdi tær árligu yvirlitstrolingarnar á føroyska landgrunninum í august.

 

Havstovan skrivar, at hýsan er umsíðir rættiliga komin fyri seg aftur og óvanliga nógv var at fáa av hvítingi.

 

Tað var nakað minni av toski í mun til í fjør og lítið var at fáa av upsa.

 

Túrurin var frá 16. til 24. august. Magnus Heinason byrjaði suðuri á Munkagrunninum og tók síðani støðirnar vestan fyri Føroyar.

 

Høvuðsúrslitið frá yvirlitstrolingunum í ár er, at hýsan tykist vera komin fyri seg aftur. Hon er nú nærum komin upp á tað høga støðið, sum hon var á afturi í 2002. Í ár var eisini nógv av hvítingi at fáa, men lítið var av toski, upsa og longu. Eisini var væl meiri av høgguslokki og øðu í trolinum í ár enn í fjør, sambært yvirlitinum hjá Havstovuni.