Jákup Reinert, fiskifrøðingur og leiðari á fiskideildini á Havstovuni, staðfestir, at í løtuni verða ikki ov nógvar hýsur tiknar út stovninum í mun til ásetingina hjá ICES, at 20 prosent kunnu takast úr stovnunum.
Trupulleikin er hinvegin við burðardygd, at gýtingarstovnurin skal vera oman fyri eitt ávíst lívfrøðiligt minstamark, og tað var hann ikki við seinastu stovnsmeting, ið varð gjørd í 2009.
– Gýtingarstovnurin er ov lítil, men við verandi veiðutrýsti kann hýsuveiðan verða mett at vera burðardygg um ein tvey ár, sigur Jákup Reinert, og leggur afturat, at tað er av týdningi, at hýsan veksur væl í vekt fyri tíðina.
Hann vísir tó eisini á, at so skjótt nakað av toski verður at fáa, so verður eisini størri partur av hýsuni veiddur.
Toskurin er um at koma fyri seg, og hetta kann tí ávirka hýsuna.
– Men fyri bæði tosk og hýsu er galdandi, at dagatalið hjá flotanum er ov stórt, og fyri at toska- og hýsuveiðan eisini upp á sikt kunnu vera burðardyggar, so er neyðugt at stilla dagatalið, so at tað gerst hóskandi.
– Tað hevði hjálpt at tikið dagarnar burtur, sum komu ov nógvir inn í fiskidagaskipanina, beint eftir hon var gjørd, sigur fiskifrøðingurin.
Men vísir á, at tað er sera óvist, um tað er nóg mikið, tí tá varð miðað eftir, at tað í miðal skuldu fiskast eini 33% í tali burtur úr stovnunum av ávikavist toski, hýsu og upsa. Hetta er í meira lagi fyri toska, og alt ov nógv fyri upsa og serliga hýsu.
Hetta er í tráð við tað, sum Reiðarafelagið vísir á sum ein møguleika.
Tað merkir nevniliga, at bátarnir undir 15 tons skulu missa ein stóran part av døgum sínum.
– Fólk hava ta fatan, at smábátar ikki kunnu ávirka nakran stovn. Men um royndin hjá teimum er ov stór, so er tað sjálvandi ikki rætt, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur.