Húsamekling

Húsamekling er elsta meklaravirki í landinum, og hevur tískil drúgvastu royndirnar innan keyp og sølu av fastari ogn í Føroyum. Fyritøkan var stovnað í 1986 og hevur sostatt 21 ár á baki.

Umframt at vera meklaravirki, átekur Húsamekling sær eisini at geva tekniska ráðgeving fyri einstaklingar, virkir og kommunur.

Í dag starvast trý fólk á virkinum. Tey eru Alma, Berit og Kári, men til tíðir hava tey hjálparfólk afturat sær, um heilt nógv er at gera.

Húsamekling ger alt við keyp og sølu av sethúsum, virkisbygningum og grundstykkjum kring landið. Fyritøkan liggur eisini ógvuliga sentralt. Hon liggur nevniliga í hjartanum av Havnini, mitt á Vaglinum.

Tað fyrsta, sum verður gjørt í samband við eina sølu, er at sýna ognina saman við eigarunum og gera sølutilfarið klárt. Síðani verður ognin víst fram, og fólk fáa møguleika at geva eitt boð uppá ognina.

Er ein handil komin í lag, skrivar Húsamekling øll skjøl og syrgir fyri avgreiðsluni og øllum viðurskiftum í sambandi við søluna. Tað vil siga, at Húsamekling tekur sær av snøgt sagt øllum í samband við sølu av grundstykkjum, sethúsum, virkisbygningum og øðrum.

Um tit vilja hava meir at vita um Húsamekling, kunnu tit vitja heimasíðuna www.husamekling.fo.