Í dag hátíðarhelt húsameklarafelagið Inni 10 ára føðingardag. Hetta varð millum annað gjørt við at skifta búmerki, men lítið annað er broytt Millum klokkan 15 og 17 í dag hátíðarhelt húsameklarafelagið INNI sín 10 ára føðingardag.
Nýtt búmerki varð víst fram, men er bara ein grafisk tillaging, og kemur ikki at merkja virksemið á nakran hátt.
Tiltakið byrjaði við, at Hannalena Mittún, stjóri, bað vælkomin. Síðani greiddi Bjarni Olsen, stjóri í móðirfelagnum, Eik, frá húsameklarafelagnum. Umframt at Bergur Godtfred greiddi frá heimasíðuni við nýggja merkinum.