Húsamarknaðurin skal regulerast við lóg

Hugskotið hjá Bjørt Samuelsen um, at brúkaraumboðsmaðurin eisini skal hava eftirlit við húsamarknaðinum er gott. Men fyrst má húsamarknaðurin skipast bæði við lóg um meklaravirksemi og við lóg um keyp og sølu av fastari ogn

"Vit skulu við lóg tryggja rættindi og skyldur í samband við keyp og sølu á bústaðarmarknaðinum, m.a. við lóg um fastognarkeyp, har eitt nú støðulýsing verður kravd, og við lóg um húsamekling, ið skal skipa umstøðurnar í sambandi við keyp og sølu gjøgnum húsameklarar."

 

Soleiðis verður sagt í vælferðarpartinum av Visjón 2015. Hesi orðini vil Javnaðarflokkurin eisini fegin taka til sín og gera til síni egnu. Tí neyðugt er rætta uppá tað óskil, sum í løtuni serliga gongur fyri seg á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðarøkinum.

 

Ì miðstaðarøkinum er tað eftirhondini ógvuliga torført hjá ungum at fáa føtur undir egið borð. Serstakliga trupul, fyri ikki at siga ómøgulig, eru viðurskiftini hjá ungum barnafamiljum, ið ynskja at seta búgv og byrja eitt lív sum familja í miðstaðarøkinum. Marknaðurin er einans seljarans og meklarans marknaður, meðan keyparin stendur fullkomiliga einsamallur við lítlari og ongari rættartrygd.

 

Tí er neyðugt skjótast gjørligt at fáa skipað hetta økið við lóg. Støðulýsing eigur at verða krav, eins og ásetingar um saknktiónir í sambandi við skeiva støðulýsing eiga at vera krav. Somuleiðis eigur ognarskiftistrygging at vera eitt krav. Harumframt er stundin komin, at krøv verða sett til meklaravirksemi.