Framtíðin hjá Húsalánsgrunninum er framvegis óviss. Uppskotið, sum Miðflokkurin legði fram um at broyta lógina fyri Húsalánsgrunnin, varð beint aftur í fíggjarnevndina fyri løtu síðani.
Upprunaliga uppskotið snúði seg um at geva Húsalánsgrunninum heimild til at kappast við hinar bankarnar um at veita húsalán.
Men meirilutin í fíggjarnevndini helt hetta vera eitt vánaligt hugskot, tí viðtøkurnar fyri Húsalánsgrunnin vórðu broyttar longu í fjør.
Eisini peningarstovnarnir, sum vóru til samráð í Fíggjarnevndini, hildu lítið um hugskotið, tí tað er skeivt at ein almennur grunnur kappast við privatu bankarnar um sethúsalán.
Men meiriluti var ikki fyri at vraka uppskotinum í Løgtinginum í dag. Ìstaðin verður málið viðgjørt av nýggjum í Fíggjarnevndini.










