Húsakeyparar tryggjaðir í samgonguskjalinum

Floksformenninir hjá teimum stóru flokkunum lova, at rættartrygdin hjá føroyska húsakeyparanum kemur at standa í samgonguskjalinum

Tað reina kovboyland.

Sethúsamarknaðurin er eitt tað vandamiklasta økið hjá føroyska brúkaranum at fara inn á.

Soleiðis varð føroyski sethúsamarknaðurin skírdur av lógarkønum, tá Sosialurin mánadagin prentaði ræðusøguna um húsakeypið hjá Unn Paturson og Rógva á Rógvi í Havn.

Advokatarnir staðfestu tá, at ruðuleikin er fullkomin á sethúsamarknaðinum. Niðurstøðan var, at sum tað minsta eiga fólk at lata ein advokat umboða seg í mun til húsameklarar, umframt sítt egna handverkarasjakk at kanna ognina, áðrenn keypt verður.

Men, eftir øllum at døma, eru glottar nú at hóma hjá føroyskum húsakeyparum. Tí sambært Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard, formonnum í teimum báðu stórum flokkunum, hava samgongusamráðingarnar millum annað snúð seg um óskilið á sethúsamarknaðinum. Og báðir siga teir við ein munn, at rættartrygdin hjá húsakeyparum er eitt punkt í samgonguskjalinum, og eitt mál, sum ein CHE samgonga hevur sett sær fyri at loysa.


Var valtrøll

Annars hevur spurningurin fleiri ferðir verið uppi og vent síðsta samgonguskeið, men sum við so mongum øðrum brúkaraviðurskiftum, náddi ABC samgongan ikki at avgreiða hetta málið, áðrenn farið var til hús.

Síðstu tingsetu settu millum annað Bill Justinussen úr Miðflokkinum og John Johannesen úr Javnaðarflokkinum fleiri fyrispurningar til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í Innlendismálum, sum varaði av málinum. So seint sum í september 2007 setti John Johannesen fram ein munnligan fyrispurning, har spurt var um, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at betra um rættarstøðuna hjá fólki, sum skuldu út á óskipaða sethúsamarknaðin fyri at ogna sær ein bústað. Eisini spurdi hann, nær lógaruppskot ið regulerar fastognarkeyp verður lagt fyri løgtingið, soleiðis at millum annað støðulýsing verður eitt lógarkrav. Í fyrispurninginum varð eisini spurt um, nær óskipaða meklaravirksemi verður skipað.

Tá svaraði landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við málinum, og at av tí at partar av lóggávuni er danskt málsøki, krevur tað ávíst samstarv við danir.


Støðulýsing á gáttini

Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur við Sosialin, at beint áðrenn valið varð útskrivað, var hann niðri í Danmark og fundaðist við embætisfólk í danska løgmálaráðnum, um at fáa donsku lógina: lov om forbrugerbeskyttelse ved erhvervelse af fast ejendom, setta í verk í Føroyum. Hendan lóggáva ásetir millum annað krøv um og treytir fyri støðulýsingum. Hetta málið var komið somikið áleiðis, at tað helst verður tikið uppaftur, tá nýtt landsstýrisfólk kemur í sessin.

- Partar av økinum brúkaravernd er danskt málsøkið. Tí skulu annaðhvørt yvirtøkur fremjast, ella skal danska lóggávan lagast til føroysk viðurskifti og setast í verk her uppi eisini, sigur Rúni Joensen.

Hann sigur, at hetta er eitt øki, sum í vavi minnir um fjølmiðlaábyrgdarøkið, so tað átti ikki at verið so torført at fingið skil á.

- Men okkum tørvar ein meira yvirskipaðan brúkarapolitikk, sum er eitt størri tak og má liggja undir sama landsstýrismanni. Her er í stóran mun talan um at fáa í lag lóggávu á økinum og tað nýtist ikki at kosta tað stóra, sigur Rúni Joensen.

Men, sum sagt: eftir øllum at døma verður økið felt niður í samgonguskjalið, so glottar eru at hóma hjá føroyska húsakeyparanum.

Sosialurin sleppir í øllum førum ikki málinum, fyrr enn ein loysn er funnin.