Húsakórið syngur nýggjan tjóðsang

Týskvøldið skal Húsakórið vera við at framføra nýggjan norðurlendskan tjóðsang

Týskvøldið verða heiðurlsønir hjá Norðurlandaráðnum latnar í Konsertsalinum hjá Danmarks Radio. 


Kvøldið byrjar við, at ein nýggju norðurlendskur tjóðsangur – ella heiðurssangur – verður framførdur.

Føroyski tónasmiðjurin Sunleif Rasmussen hevur gjørt lagið og danski/norski rithøvundurin Kim Leine hevur yrkt. Tjóðsangurin, hymnan, verður frumframførd á donskum, men verður seinni umsett til hini norðurlendsku málini.


Føroyska Húsakórið fer saman við íslendska Staka, grønlendska Avaat og danska Camerata at framføra sangin, sum eitur Nordika.

Kórleiðari hjá Húsakórinum er Tóra Vestergaard. Hon hevur útbúgiving frá konservatorii sum kórleiðari. Hon hevur sungið Nordika inn, og tann útgávan fæst á iTunes eftir 1. november. Eisini hevur Tóra týtt nýggja heiðurssangin til føroyskt mál.